Logo - Føroya Handilsskúli
Heim    Samband    Síðuyvirlit    Print

HD útbúgvingin er ein viðurkend parttíðar hægri útbúgving fyri komandi og verandi leiðarar í privatum virkjum og á almennum stovunum og virkjum.

 

HD 1. partur tekur tvey ár og er ein sjálvstøðug grundútbúgving innan vinnubúskap. Tey, sum hava lisið HD 1. part kunnu nýta heitið: Graduate Certificate in Business Administration.

 

HD 1. partur verður boðin út í samstarvi millum Føroya Handilsskúla og Handilsháskúlan, Århus Universtitet. Undirvísingin fer fram á føroyskum. Undirvísingartilfarið er enskt og danskt. Próvtøkur, bæði munnligar og skrivligar, eru á donskum.

 

Upptøkutreytir á HD 1. part er gymnasial miðnámsútbúgving (HH, HT, HIF, HF og student). Áður var tað krav, at lesandi høvdu staðið støddfrøði B, men er hetta kravið dottið burtur. Undirvísingin á HD 1. parti er tó við útgangsstøði í førleikum, ið svara til støddfrøði B. Møguleiki verður fyri at taka styttri skeið í støddfrøði í heyst.

 

HD 2. partur tekur eisini tvey ár og velur tú tá sergrein innan t.d. Sølubúskap, Fígging, Fyriskipan, Roknskap og Búskaparstýring ella Logistikk og Supply Chain Management.

 

Í løtuni er møguligt hjá føroyskum lesandi at taka sergrein innan Roknskap og Búskaparstýring sum fjarlestur. Føroysk lesandi fáa tá møguleikan at arbeiða í lestrarbólkum, at síggja fyrilestrar á netinum og at taka allar próvtøkurnar í Føroyum. Eitt eyka gjald er fyri hesa tænastu og er tænastan er treytað av, at nóg nógv tekna seg. 

 

 

 

Logo - Føroya Handilsskúli Føroya Handilsskúli     Marknagilsvegur 77     FO-100 Tórshavn     Tlf. 31 71 77     Fax. 31 33 74     hsh@hsh.fo